Vælkomin > Lakkering

Lakkering

Við størstu sproytukabinu í landinum hava vit møguleika at gera alt arbeiði innan lakkering, og vit hava pláss fyri sjálvt teimum størstu akførunum.

Lakkverkstaðið hjá okkum hevur eisini góðkenning sum Dupont Autolak Center. Fyri at verja umhvørvi, nýta vit bert vatnbasera lakk.

Drúgvar royndir innan lakkering gera eisini, at vit kunnu borga fyri einum framúr góðum úrsliti, tá litur skal setast á bilin ella okkurt annað. Eitt nú hava vit lakkerað bussar, lastbilar, broytir og aðrar stórar lutir.

Millum forkunnugu uppgávurnar seinastu tíðina er lakkering av einum 50 ára gomlum lastbili fyri Hans Egil Joensen á Eiði.

 

 

 

 

 

 

 

 

 


Bilverkstaðið v/Hans Jacob Kollsker • á Hjalla • 188 Hoyvík
Telefon 31 10 13 • Telefaks 32 10 15