Vælkomin > Um okkum

Um okkum

Bilverkstaðið v/Hans Jacob Kollsker nú nøkur ár á baki, og í dag eru tólv fólk í starvi í fyritøkuni. Stjóri og eigari av fyritøkuni er Hans Jacob Kollsker.

Tað byrjaði við tveimum monnum á Hálsi í Havn í 1993, og fyrstu árini helt bilverkstaðið til aftan fyri Brunatryggingina í bygninginum, sum Sjúrður Sivertsen átti fyrr. Í 1996 flutt verkstaðið í høli í Slættanesgøtu, har tað helt til í nøkur ár.

Í 2002 varð tann leigusáttmálin heldur brádliga uppsagdur, og neyðugt varð tí at flyta virksemið til høli á Signabø í Kollafirði, til nýggi bygningurin á Sandvíkahjalla var liðugur. Her fluttu vit inn seinni í 2002, og hølisumstøðurnar eru nú av teimum allarbestu.

Fyritøkan hevur øll árini verið í støðugari menning og vøkstri, og umframt bilverkstað fevnir virksemið eisini um bilasølu. Vit umboða allar teir fýrahjólsdrivnu bilarnar frá SsangYong.

 


Bilverkstaðið v/Hans Jacob Kollsker • á Hjalla • 188 Hoyvík
Telefon 31 10 13 • Telefaks 32 10 15